Heilsurøktarar: Bara 15 prosent arbeiða fulla tíð

Heilsurøktarar: Bara 15 prosent arbeiða fulla tíð
Heilsurøktarar sleppa ikki at arbeiða fulla tið, og hava bert sjey tímar ella færri
Trivnaðarkanningin vísir, at meðalaldurin hjá heilsurøktarum er høgur, 52,7 ár. 200 av teimum 325 limunum eru 51 ár ella eldri
 
04.06.2014 - 09:43

Bara 15 prosent av teimum 325 limunum í Heilsurøktarafelagnum arbeiða fulla tíð. 65 prosent arbeiða 0,70 ella 0,75, og restin arbeiðir minni. Í mongum førum er orsøkin til niðursettu tíðina, at arbeiðið er ov strævið likamliga og sálarliga.

Tað vísir ein trivnaðarkanning, sum varð løgd fram á palborðsfundi í Heilsurøktarafelagnum mánakvøldið.

Høgur meðalaldur

Trivnaðarkanningin vísir, at meðalaldurin hjá heilsurøktarum er høgur, 52,7 ár. 200 av teimum 325 limunum eru 51 ár ella eldri. Hóast fleiri heilsurøktarar kundu hugsað sær at arbeitt fulla tíð, t.e.. átta tímar, sleppa teir ikki,  og noyðast at arbeiða sjey tímar ella færri. 

Grundlønin hjá einum heilsurøktara, sum arbeiðir fulla tíð, er 24,619 kr. Tann, sum arbeiðir 0,75, fær 6.155 kr. minni, ella 18.464 kr.  Vaktirnar kunnu mangan eisini vera bara fimm tímar, sum eru spjaddir á nógvar ymsar dagar, og við mongum stuttum arbeiðsdøgum hava starvsfólkini ikki møguleika til at arbeiða eyka aðrastaðni.

Trivnaðurin versnaður

Á fleiri ellis- og røktarheimum eru reingeringin, køksstarvsfólkini og ítrivstilboðini skerd, og heilsurøktarar, sum eru útbúnir at veita heilsu- og sjúkrarøkt, hava merkt, at trivnaðurin hjá bæði teimum sjálvum og búfólkunum er versnaður, vísir kanningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035