- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiskur lagnudagur hjá Lars Løkke
Í dag verður avgjørt, um Lars Løkke Rasmussen heldur fram sum formaður í Vinstraflokkinum.
Klokkan hálvgum fimm fer aðalstjórnin í Vinstra at hava fund í Odense. Lars Løkke Rasmussen framskundaði sjálvur fundin í leiðsluni, tá hann helt røðu á Christiansborg eftir valið til ES-tingið sunnudagin 25. mai. Vinstri misti ein sess, og í røðuni átók Lars Løkke Rasmussen sær alla ábyrgd av vánaliga valúrslitinum, í kjalarvørrinum av málinum um klæðir og ferðir, sum Vinstriflokkurin hevur goldið fyri formannin.
Missir stuðul
Síðani hava eitt veljarafelag fyri og annað eftir boðað frá, at tey styðja ikki longur Lars Løkke Rasmussen sum formann, og tey mæla til, at næstformaðurin, Kristian Jensen, tekur við.
Hildið verður kortini, at meiriluti av veljarafeløgunum framvegis styðjar Lars Løkke Rasmussen.
Tingmenn vilja hava annan formann
Meiriluti av tingmanningini styðjar eisini Lars Løkke Rasmussen, men tríggir framsøgumenn og tríggir í tingbólkinum hjá Vinstra hava boðað frá, at teir vilja hava annan formann. 47 fólk eru í tingbólkinum hjá Vinstra.
Kristian Jensen, næstformaður, hevur fleiri ferðir sagt, at hann styðjar Lars Løkke Rasmussen.