- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kósin fer at virka frystan fisk
Kósin fer at virka frystan fisk
Við nýggju skipanini verður støðugari arbeii á virkinum
03.06.2014 - 08:04
Kósavirkið í Klaksvík byggir út til virka vørur úr frystum fiski.
Jógvan Hansen á JFK sigur við Norðlýsið, at í nýggja partinum, sum verður bygdur niðan fyri ísvirkið, verður nýggj skipan, sum kann at tiðna trý tons av frystum fiski um tíman.
Støðugari arbeiði
Við nýggju skipanini verður arbeiði støðugari á Kósini, skrivar Norðlýsið.
- Nógv arbeiði er á virkinum, tá fiskiskapurin er góður, men tá nøgdirnar av feskum eru minni, eru møguleikar at virka úr frystum fiski, sum er á goymslu ella fæst frá okkara egnu skipum, sigur Jógvan Hansen.
Nýggja skipanin verður eftir ætlan verða klár at taka í brúk um tríggjar vikur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV