- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiski ófriðurin ávirkar ikki eldraøkið
Hóast politiski ófriðurin í løtuni kann fáa avleiðingar fyri arbeiðið hjá kommununum at yvirtaka eldraøkið, arbeiða kommunurnar í løtuni við at gera broytingar og tillagingar í samstarvsavtalunum millum land og kommunur um heimatænastuna og eldraøkið.
Kommunurnar lótu Almannamálaráðnum samstarvsavtalurnar 1. mai í ár, og avtalurnar skulu endaliga góðkennast fyri 1. juli. Men øll viðurskifti eru enn ikki avreidd enn, og fleiri broytingar skulu gerast í samstarvsavtalunum, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Men tað samstarva kommunurnar og Almannaráðið um í løtuni, leggur hann aftrat.
Stutt fyrireikingartíð
Tíðin at fyrireika samstarvsavtalurnar hevur verið stutt, tí kommunurnar fingu í november mánaði í fjør boð um, at tær høvdu fimm mánaðar at gera avtalurnar. Og tá tær vórðu latnar Almannaráðnum 1. mai, vóru framvegis ivamál um fleiri viðurskifti. Millum annað fígging, ognarviðurskifti, starvsfólkaviðurskifti og tey, sum fáa heimatænastu, men eru undir pensiónsaldur.
Sum skilst eru kommunurnar enn í samráðingum við Almannarmálaráðið um hesar spurningar.
Tarnar ikki arbeiðnum
Og hóast politiski ófriðurin kann fáa stórar avleiðingar fyri yvirtøkuna av eldraøkinum, so tarnar tað ikki arbeiðnum hjá kommununum at yvirtaka eldraøkið, sigur Eyðun Christiansen.
- Verður val útskrivað, verður støðan ein heilt onnur, sigur hann.