Misálit reist imóti Jørgeni Niclasen

Misálit reist imóti Jørgeni Niclasen
Fyri løtu síðani legði andstøðan misálit fyri tingið ímóti Jørgeni Niclasen
 
28.05.2014 - 16:13

Í misálitini skriva andstøðuflokkarnir:

 "Í seinastuni eru sera álvarsligar og tyngjandi upplýsingar komnar fram í ljósið, og skjøl løgd fram í almenninginum um persónligu ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í fíggjar-, og tollmálum sum stjóri í privatari fyritøku í sambandi við óreglusemi í 
tollavgreiðslu, vøruútflýggjan o.ø. fyri árum síðani. Landsstýrismaðurin hevur ikki viðurkent ábyrgd fyri teimum hendingum, ið eru komnar fram, og hevur ikki tikið haldgóð stig til at reinsa seg rættarliga fyri tyngjandi upplýsingarnar. 
 
Síðani er eisini staðfest, at landsstýrismaðurin alment hevur sagt ósatt um sín leiklut og sína ábyrgd av tí, sum er farið fram. 
 
Tað kann ikki góðtakast, at ein landsstýrismaður, sum er settur til og hevur rættarliga ábyrgd av at halda landsins lógir fyri allar borgarar í landinum, verjur óreglusemi við teimum lógum, hann hevur ábyrgdina av at umsita. 
 
Tað kann ikki verjast, at ein landsstýrismaður sigur ósatt. Og tað kann ikki góðtakast, at landsstýrismaðurin í tollmálum í eftirfylgjandi tíðindaskrivi verjur, at tollreglurnar verða ikki hildnar. 
 
Álitið á politisku skipanina og rættarfatanina verður máað burtur, um hetta ikki fær avleiðingar og ábyrgd staðfesta.  Løgmaður, ið hevur ábyrgdina av landsstýrinum og fyrisitingini, átti tí at loystlandsstýrismannin úr starvi. Tá ið einki bendir á, at slíkt stig verður tikið, eigur 
Løgtingið at samtykkja misálitsváttan á landsstýrismannin í fíggjarmálum". 

Poul Michelsen, úr Framsókn segði við útvarpið klokkan 15, at hann veit ikki um tinglimir úr Sambandsflokkinum taka undir við misálitinum. Andstøðan hevur tørv á fýra atkvøðum úr samgonguni, fyri at misálitið skal samtykkjast. 

Misáliti sæst her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205