- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grannarnir í Gundadali framvegis ósigraðir
B36 er enn oddalið í Effodeildini. Víkingur var tó nær við at javna til 2-2, men B36 kláraði at hála sigurin í hús.
B36-Víkingur 2-1 (0-2)
0-1: 5 min Adeshina Lawal
0-2: 35 min Lukasz Cieslewicz
1-2: 60 min Finnur Justinussen
HB kom aftur í dystinum í Klaksvík móti KÍ. Rodrigo Silva legði KÍ á odda, men liðskiparin hjá HB Fróði Benjaminsen vendi einum tapi til ein sigur.
KÍ-HB 1-2 (1-0)
1-0: 28 min Rodrigo Silva
1-1: 50 min Fróði Benjaminsen
1-2: 73 min Fróði Benjaminsen
Skála fekk enn einaferð bert eitt stig. Tað var EB/Streymur sum legði seg á odda við einum brotssparki frá Hans Paula Samuelsen.
Skála svaraði aftur í fyrra hálvleiki, og síðani komu ikki fleiri mál í dystinum.
Skála EB/Streymur 1-1 (1-1)
0-1: 19 min Hans Pauli Samuelsen
1-1: 27 min Ólavur Mikkelsen
AB tapti í dag stórt á heimavølli móti NSÍ. Hetta er størsta tapið í Effo deildini í ár. Eftir ein málturk skoraði toppskjýttin hjá NSÍ, Klæmint Olsen heili 4 mál fyri NSÍ.
AB-NSÍ 0-7 (0-5)
0-1 6 min Klæmint Olsen
0-2 17 min Klæmint Olsen
0-3 25 min Jógvan Isaksen (sjálvmál)
0-4 38 min Andy Olsen
0-5 40 min Árni Fredriksberg
0-6 66 min Klæmint Olsen
0-7 80 min Klæmint Olsen
Fimti dysturin í 10. umfari er í morgin.Tá tekur B68 í móti ÍF á Svangaskarði.
B36 og HB varðveita fyrsta og annað plássið á stigatalvuni. Men nú hevur NSÍ hálað seg upp á eitt triðja pláss.
Øll liðini uttan B68 og ÍF hava spælt 10 dystir. Tískil skal stigatalvan takast fyrivarni tá B68 og ÍF bert hava spælt 9 dystir.
Stigatalvan
B36 26
HB 24
NSÌ 14
Víkingur 13
EB/Streymur 13
KÍ 13
ÍF 11
B68 8
AB 7
SKÁLA 5