- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dysturin móti Malta avlýstur
Í oktober í fjør bjóðai Malta Føroyum venjingardyst á Malta 19. november. Avtalan var eisini, at Malta skuldi koma til Føroyar í juni í ár, staðfesti hjálparvenjarin Jóannes Jakobsen á heimasíðuni hjá FSF.
Síðani hevur einki verið at frætt um hendan dystin í Føroyum.
Terji Nielsen, fjølmiðlafólk hjá FSF, sigur við Norðlýsið.fo, at ætlanin var, at dysturin skuldi spælast í Føroyum í juni, men tað hevur ikki borið til at finna eina dagfesting, har tað hevur borið til hjá báðum pørtum.
Avtalan um ein dyst í Føroyum er tó framvegis galdandi, og arbeitt verður við at finna ein dag komandi ár, har Føroyar kann taka ímóti Malta, sigur Terji Nielsen við Norðlýsið.
Føroyska fótbóltslandsliðið spælir fyrsta EM undankappingardystin 7. september á heimavølli móti Finnlandi.