Havnin bjóðar fólki arbeiði

Havnin bjóðar fólki arbeiði
Talan er um samstarv við Almannaverkið, og tilboðið er galdandi bæði fyri fólk sum eru flutt til landið, og fólk sum eru dottin úr ALS
 
13.05.2014 - 10:48

Tórshavnar kommuna fer nú undir at bjóða út virknisvenjing, so fólk, sum leita eftir arbeiði, fáa møguleika at nýta sínar førleikar sum skjótast.

Virknisvenjingin er bæði fyri fólk, sum nýliga eru flutt til Føroya og enn ikki hava fingið starv og til fólk, sum eru dottin úr ALS-skipanini.

Kommunan ynskir at arbeiða fyri, at fólk betra møguleikarnar at fáa fast starv. Og tað ger kommunan við at bjóða fólki, sum eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin, virknisvenjing.

Virknisvenjingin í Tórshavnar kommunu verður gjørd í samstarvi við Almannaverkið, sum hevur sett skipanina í verk.

Tey, sum ynskja virknisvenjing, fáa vanliga bjóðað arbeiðstilboð í tríggjar mánaðir, men tilboðið kann eisini verða skipað upp í 6 mánaðir í senn.

Tórshavnar kommuna byrjar at taka fólk inn beinanvegin, upplýsir kommunan í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035