- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hesar tarna ferðsluni í Havn mánadagin og týsdagin
<p>Tann fyrsta av teimum 13 vindmyllunum í Húsahaga verður flutt av farmabryggjuni í Havn niðan í Húsahaga mánadagin og týsdagin. Bæði vindmyllutorn og mylluveingir eru 45 metrar lang.</p>
<p>Tí verða tey flutt í tveimum pørtum, sum eru meira enn 25 metrar til longdar, tá ið bilur og flutningsvognur eru íroknað. Harumframt eru aðrir partar av myllunum fimm metrar breiðir, og longdin er tá 16 metrar við bili og flutningsvogni.</p>
<p>Løgreglan samskipar ferðsluna, sum verður nakað tarnað í teimum tíðarbilum, stóri flutningurin fer fram við Strond og eftir ringvegnum.Týsdagin verður hildið fram at flyta partar av hesi fyrstu vindmylluni niðan í Húsahaga, har ein stórur krani, sum er leigaður úr Svøríki, stendur til reiðar at seta myllurnar upp.</p>
<p>Vindmylluflutningurin heldur fram við jøvnum millumbilum í tveir mánaðir til 15. juli, tá ið allar 13 myllurnar eftir ætlan eru fluttar niðan í Húsahaga og settar upp so hvørt. Vindmyllurnar verða royndarkoyrdar í summar, og tær verða ætlandi settar alment í rakstur í september, skrivar SEV.</p>