So er tað Pólland

So er tað Pólland
Føroyska kvinnulandsliðið spælir í kvøld HM-undankappingardyst móti Póllandi. Føroysku leikararnir vænta eitt gott úrslit
Mynd: fsf.fo  
 
08.05.2014 - 10:08

Tá Føroyar vitjaðu í Póllandi í september í fjør endaði tað við stórtapi. Pólland vann 6-0.

Men síðani hava leikararnir fingið fleiri royndir í hesum høpi, og Føroyar hava eisini spælt javnt móti Bosnia og Norðurírlandi.

Olga Kristina Hansen hevur spælt 29 landsdystir fyri Føroyar, og hon hevur skorað fýra mál. Hon væntar, at Føroyar fáa gott úrslit í kvøld.

Vit hava fingið tríggjar dystir á hægsta stigi afturat í beinini. Um vit megna at vera disiplineraðar og forða teirra innleggum, so vænti eg, at vit fáa eitt gott úrslit, sigur hon við  fsf.fo

Føroyar og Pólland spæla á Svangaskarði í kvøld klokkan 17.00. Tað er ókeypis atgongd hjá áskoðarum.

Útvarpið sigur beinleiðis frá dystinum.

Støðan í bólki 4: 

1. Skotland     6 dystir  18 stig

2. Svøríki        4 dystir  12 stig

3. Pólland       5 dystir  6 stig

4. Bosnia        5 dystir   2 stig

5. Føroyar      5 dystir   2 stig

6. N.írland      5 dystir   2 stig

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151