- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samfelagsfrøðingar hava stovnað felag
Samfelagsfrøðingar í Føroyum hava stovnað áhugafelag. Felagið eitur SamFelagið, Samfelagsvísindafelag Føroya. Í felagnum eru 30 limir.
Endamálið hjá felagnum er at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið og styrkja ávirkanina frá samfelagsvísindaligum arbeiði og gransking, sigur forkvinnan, Erika Anne Hayfield. Felagið skal vera ein vitanarpallur, sum stimbrar fakliga kjakið millum limirnar. Felagið arbeiðir nú við at skipa fyri viðkomandi fyrilestrum og tiltøkum fyri ávíkavist limir og almenningin.
Heimasíða
Eisini arbeiðir felagið við at menna eina heimasíðu, sum skal vísa eitt yvirlit yvir føroyskar samfelagsfrøðingar, teirra førleikar og serøki. Eitt av endamálunum við síðuni er at gera tað lættari hjá fjølmiðlum at finna serfrøðingar til aktuell mál.ððm seg við Eriku Anne Hayfield sum forkvinnu. SamFelagið er fyri tey, sum hava lokið kandidat-, master- og PhD í samfelagsvísindi.
Tey, sum lesa samfelagsvísindi, kunnu fáa atlimaskap. Í nevndini í nýggja felagnum eru Erika Anne Hayfield, Gestur Hovgaard, Kári Holm Johannesen, Súsanna Holm og Karin Johanna L. Knudsen.