BankNordik: Avlopið í ár verður 200-240 mió. kr.

BankNordik: Avlopið í ár verður 200-240 mió. kr.
Bankin hevði 31 mió. kr. í vinningi fyri skatt í fyrsta ársfjórðingi
 
07.05.2014 - 10:37

Eftir at fyrsti ársfjórðingur er farin afturum, heldur leiðslan í BankNordik fast um, at úrslitið í ár verður 200 til 240 milliónir krónur brutto. Bankin væntar at skulu strika færri lán í ár enn í fjør, t.e. at niðurskrivingarnar verða færri í ár.

BankNordik hevði 31 mió. kr. í vinningi fyri skatt í fyrsta ársfjórðingi, kunnger bankin í dag. Inntøkurnar av rakstrinum hjá BankNordik-samtakinum vóru 190 mió. kr. í fyrsta ársfjórðingi. Tað var í minna lagi, tí eftirspurningurin eftir lánum og kredittum er framvegis lítil. Harafturat ávirkar hørð kapping um útlánsrentuna rentumarginalin, ikki minst í Føroyum. 

Rinda lán aftur

Harafturímóti helt jaliga gongdin í danska bankavirkseminum hjá BankNordik fram í fyrsta ársfjórðingi, sigur bankin í tíðindaskrivi.Í hesum ársfjórðinginum, tað var tann 23.apríl, rindaði BankNordik 63 milliónir krónur aftur av ábygdarláninum frá danska statinum. BankNordik hevur nú minkað síni ábyrgdarlán niður í 460 mió. kr. 

Við ársenda í 2011 vóru ábyrgdarlánini 831 mió. kr. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035