- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður ger viðmerkingar til veljarakanningina
Løgmaður ger viðmerkingar til veljarakanningina
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, verður í sjónvarpsstovuni í kvøld
06.05.2014 - 14:31
Sambandsflokkurin fær ein dyggan frammaná í nýggjastu veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri heimasíðuna ting.fo.
Var val nú, hevði flokkurin mist nærum 10 prosent av atkvøðunum og tríggjar ella fýra tingsessir, og so vánaligt úrslit hevur Sambandsflokkurin ongantíð havt.
Fleiri leiðandi sambandsfólk hava gjørt vart við seg, síðani kanningin varð kunngjørd fríggjadagin, m.a. Edmund Joensen, fólkatingsmaður, og Bárður Nielsen, løgtingsmaður.
Eftir Dag og Viku í kvøld verður Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, gestur hjá Boga Godtfred, sum fer at spyrja um úrslitið av veljarakanningini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV