Knívsstungumálið: Trý fólk vóru í lívsvanda

Knívsstungumálið: Trý fólk vóru í lívsvanda
Ákærin krevur, at ákærdi maðurin verður dømdur fyri drápsroynd ella fyri ráðan og ógvusligan harðskap
Linda Hesselberg er ákæri í málinum um knívsstungurnar í Norðdepli í fjør summar
 
06.05.2014 - 08:14

Ógvusligar myndir og ein avgjørdur ákæri.

Tað var tað sum nevningar og áhoyrarar vóru vitni til í nevningatinginum í gjár, tá ákærin, Linda Hesselberg, tók samanum í rættarmálinum ímóti 18 ára gomla manninum úr Hvannasundi, sum er ákærdur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli sunnumorgunin 14. juli í fjør.

Og talan er um eitt ógvusligt mál - tað vóru myndirnar tekin um.

Trý í lívsvanda

Ákærin legði dent á, at trý av fólkunum vóru í lívsvanda tá tey vórðu stungin. Og tey vórðu stungin ella skorin ofta. Tann eini 22 ferðir, ein seks ferðir, ein tríggjar ferðir, og ein minst tríggjar ferðir, tí skurðirnir í rygginum eru ringir at gera upp, siga rættarlæknarnir. Ákærin legði eisini dent á, at ákærdi maðurin hevði eitt mál, og tað var unga gentan, sum hann fyrst fór inn til.

Hann tók kvørkratak á hana, og tá hon fekk tveitt hann av sær, varð hon stungin minst tríggjar ferðir. Hon rópti samstundis um hjálp, og tá ein maður í húsinum kom inn í sovikamarið, so leyp ákærdi á hann. Meðan teir tókust, slapp gentan til rýmingar ígjøgnum eitt vindeyga. Ákærdi maðurin fór aftaná henni, hóast hann stakk og skar mannin sum kom gentuni til hjálpar, 22 ferðir, umframt at hann fekk aðrar løstir.

Í onnur hús

Ákærdi maðurin helt aftan á ungu kvinnuni til eini onnur hús, har hon slapp inn, tí hurðin var opin. Tann ákærdi fór aftaná, og tá hon var á veg upp trappurnar, fekk hann um fótliðin á henni. Hon slapp leys og fór inn í kamarið, har eini tilkomin hjún svóvu. Unga kvinnan setti seg á høvdalagið hjá konuni Ungi maðurin fór aftaná, tveitti seg útyvir konuna, og maðurin vaknaði við, at konan segði at hon varð stungin.

Maðurin fór úr songini, og hann slerdi ákærda, so hann rýmdi. Tá legði hann til merkis, at hann var stungin fimm ferðir. Ákærin legði dent á, at trý av fólkunum vóru í vegin og ein forðing, tí tað var ungu gentuni, sum tann ákærdi var eftir. Hann hevði fyrireikað seg væl, tí eitt av vitnunum hevði sæð hann verið í handskum og at hann hevði knív.

Blóð á handskum

Einir handskar eru seinni funnir við blóði á, men knívurin ella knívarnir, sum ákærin málbar seg, eru ongantíð funnir.

Út frá tí sum vitnini hava greitt frá, segði ákærin seg ikki vera í iva um, at tann ákærdi visti hvat hann gjørdi, og eigur at dømast eftir tí. Hann er ákærdur fyri drápsroynd í fýra førum, og eru nevningarnir ikki samdir í tí, so eigur hann at verða dømdur fyri serliga ráðan og ógvusligan harðskap.

Í dag fer verjin at taka samanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035