- Tíðindi, mentan og ítróttur
Erland fyribils leiðari á Fornminnissavninum
Nýggjur leiðari er settur á Fornminnisavninum - tó fyribils bara í eitt ár.
Tað er Erland Viberg Joensen, søgu- og fólkalívsfrøðingur, sum síðani 2009 hevur starvast sum savnsvørður á Fornminnisavninum. Fyrrverandi leiðarin á fornminnissavninum, Símun Arge, er vorðin fornfrøðiligur ráðgevi á Fornminnissavninum, og fer at granska.
Søvn Landsins
Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin vóru í 2011 løgd undir eina leiðslu, tá stovnurin Søvn Landsins var skipaður. Endamálið við samanleggingini var at smalka leiðslubygnaðin, og at søvnini skulu samstarva meira.
Meiri samstarv
Erland Viberg Joensen varð í fjør settur at gera eina felags framsýning við lutunum hjá Fornminnisavninum og Náttúrugripasavninum í hølunum í Brekkuntúni, har Fornminnissavnið higartil einsamalt hevur hildið til. Hann sigur, at ætlanin er, at Fornminnisavnið og Náttúrugripasavnið skulu samstarva meiri. Erland Viberg Joensen ætlar sær at byrja tíðina í leiðslusessinum við at fáa eitt yvirlit yvir, hvørjum standi lutirnir á savninum eru í. Dentur skal eisini leggjast á arbeiðið at varðveita hvalastøðina við Áir.