Kommunurnar søkja eftir námsfrøðingum kortini

Kommunurnar søkja eftir námsfrøðingum kortini
- sama, um Føroya Pedagogfelag noktar sínum limum at søkja starv sum námsfrøðingur í forskúla.
 
05.05.2014 - 12:05

Tað sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Annars hevur hann ikki fleiri viðmerkingar um stigið hjá Pedagogfelagnum, tí málið er ikki komið á politiskt stig enn, sigur hann.

 

Siga tað er sáttmálabrot

Pedagogfelagið hevur samráðst við embætisfólkini hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.  

Kommunala Arbeiðsgevarafelag hevur nevndarfund í næstu viku, og tá verður avgerðin hjá Pedagogfelagnum viðgjørd.

Pedagogfelagið sigur, at eingin avtala er um lønar- og arbeiðsviðurskiftini hjá námsfrøðingum í forskúlunum, og tað er sáttmálabrot, sigur Pedagogfelagið.

Í sáttmálasamráðingunum seinast varð semja gjørd um, at lønar- og arbeiðsvikurskifti hjá námfrøðingum í forskúlunum skuldu vera avgreidd fyri 1.mai í ár. Tað er ikki eydnast, og tí noktar Pedagogfelagið limunum at søkja star í forskúla. 

Men kommunurnar tulka støðuna øðrvísi.

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, sigur, at námsfrøðingarnir hava somu sømdir sum lærararnir í forskúlunum. 

Men talan er um tveir fakbólkar við ólíkum uppgávum og tveir sáttmálar, tann hjá Pedagogfelagnum og tann hjá Lærarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035