Ættleiðingarstuðulin hækkar

Ættleiðingarstuðulin hækkar
Tað er vorðið dýrari at ættleiða, og tí hevur løgtingið hækka stuðulin 25.000 kr.
Færri ættleidd børn koma til Føroya
Mynd: Savnsmynd  
 
04.05.2014 - 14:46

Løgtingið hevur samtykt at hækka ættleiðingarstuðulin úr 75.000 upp í 100.000 krónur.

Tað er vorðið alsamt dýrari at ættleiða. Í 2009 kostaði tað um 95.000 kr., og í 2013 kostaði tað 154.000 kr. at ættleiða eitt barn. 

Afturat hesum koma útreiðslur til eitt nú lækna, koppseting, ferðing, uppihald í landinum, haðani barnið kemur, og tað er eisini vorðið dýrari seinastu árini.

Talið av ættleiðingum í Føroyum er minkað seinnu árini. 

Ættleiðingarnar hava verið 10 - 14 um árið, men í 2012 vórðu einans fimm børn ættleidd, og í fjør vóru tey trý.

Hinvegin er talið av ættleiðingarforeldrum, ið verða góðkend, støðugt - í meðal níggju góðkenningar um árið.

Í løtuni eru 28 góðkend foreldur, ið bíða eftir at fáa eitt barn boðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035