- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gíslarnir latnir leysir
Gíslarnir latnir leysir
Teir sjey OSCE-eygleiðararnir, sum vórðu tiknir sum gíslar í Ukraina 25. apríl, eru nú latnir leysir.
03.05.2014 - 15:41
Teir sjey eygleiðararnir frá felagskapinum OSCE vórðu hildnir sum gíslar hjá herðnaðarligum deildum, sum vilja vera partar av Russlandi, og vórðu lagdir undir at njósnast í Ukraina.
Leiðarin fyri russaravinarligu deildirnar, Ponomajov, sum hevur útnevnt seg sjálvan sum borgarstjóra í býnum Slavjansk, váttar fyri Reuters, at eygleiðararnir eru leyslatnir uttan nakað endurgjald ella nakrar treytir.
OSCE er ein felagskapur, sum arbeiðir fyri trygd og samstarvið í Evropa.
Eygleiðararnir koma úr Danmark, Póllandi, Tjekkia og Týsklandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV