- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsroynd upp á gamla mátan
Landsroynd upp á gamla mátan
Landsroyndirnar vera seinni í mai, við pappíri og blýanti
02.05.2014 - 08:12
Landsroyndirnar vera kortini nú í vár. Og tað verður upp á gamla mátan.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, hevur avgjørt, at landsroyndirnar í fjórða flokki og sætta flokki vera 20., 21. og 22. mai.
Men landsroyndirnar vera ikki talgildar. Tær vera sum fyrr, við blýanti og pappíri.
Sambært Mentamálaráðnum heldur arbeiðið at talgilda landsroyndirnar tó fram. Vónandi verður ein loysn funnin til næsta royndarumfar, sum verður á vári 2015, sigur Mentamálaráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV