- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttan til Teistan og avloysara í 70 dagar
Eykajáttan til Teistan og avloysara í 70 dagar
Landsstýrið bað í dag løgtingið um 1,2 mió. kr. eykakjáttan. Leysliga mett er brúk fyri avloysaraskip upp í góðar seks mánaðir
02.05.2014 - 14:53
Skaðin hjá Teistanum kostar landinum hálva millión krónur í sjálvsábyrgd.
Men Strandferðslan skal eisini leiga avloysaraskip fyri Teistan fyri 10.000 kr. um dagin..
Skaðin hjá Teistanum verður kannaður í løtuni.
Ikki ber til at siga enn nær Teistin verður siglingarklárur. Men tað verður væntandi greitt í næstu viku.
Fyribils vil landsstýrið hava 700.000 krónur til leiguskip, til 70 dagar.
Men leiguúteiðslurnar eru leysliga mettar at verða millum 560.000 og tvær milliónir krónur, úr 56 døgum upp í 200 dagar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV