- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingir veddingarpengar til pensjónistar
Eingir veddingarpengar til pensjónistar
Men tað ber til at kanna seinni, um pensjónistar kunnu fáa av avlopinum hjá Ítróttarveddingini
01.05.2014 - 10:13
Tað lukkaðist ikki Landsfelagi Pensjónista at fáa Rættarnevndina hjá løgtinginum at broyta lógina um ítróttarvedding, so felagið fær fimm prosent av avlopinum hjá Ítróttarveddingini.
Men Rættarnevndin sigur, at fær Ítróttarveddingin fleiri pengar av lógarbroytingini, sum nú er á veg, eigur at bera til at kanna, um fleiri kunnu fáa burtur av avlopinum.
Tað verður kortini ikki í hesum umfarinum.
Lógarbroytingin, sum ein samd Rættarnevnd tekur undir við, fer at geva Ítróttarvedding heimild at gera avtalu við útlendsk eydnuspælsfeløg um at bjóða út eydnuspøl, so sum happadrátt, í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV