- Tíðindi, mentan og ítróttur
Johanna til Oslo
Sluppin Johanna úr Vági verður við, tá norðmenn í summar fara at hátíðarhalda 200 ára dagin hjá norsku grundlógini.
Áhugafelagið Føroyskir træbátar skipar fyri ferðini saman við norska felagnum, Forbundet Kysten.
Forbundet Kysten hevur lagt sína landsstevnu í Oslo í ár. Ætlanin er, at okkurt um 400 bátar vera við í tiltakinum.
Johanna fer úr Føroyum 12. juli, og verður við, tá tey nógvu træførini sigla inn til Oslo tann 17. juli.
Sluppin Johanna verður karmur um føroysku mentanina í Oslo hálvan juli.
Umborð vera árabátar og útgerð. Ullvørur og bátasmíð verða sýnd fram og fyrilestrar hildnir eins og føroyskur dansur, og framsýning verður um føroyska mentan.
Norðurlendska samstarvið um strandarmentan verður partur av tiltakinum í Oslo.
Komandi ár verður stevnan í Álandi, og vónandi verður strandarmentanarstevnan hildin í Føroyum í 2016, upplýsir felagið Føroyskir træbátar.