Kynslig misbrot skulu ikki fyrnast​

Kynslig misbrot skulu ikki fyrnast​
Ein heildarætlan móti kynsligum ágangi er á veg, segði Annika Olsen landsstýriskvinna, tá hon svaraði fyrispurningi hjá Sirið Stenberg
 
13.04.2014 - 18:13

Fyrningarfreistin fyri mál, ið hava við kynsligan ágang at gera, eigur at verða tikin burtur, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum í Løgtinginum í vikuni. Hon svaraði fyrispurningi frá Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, sum vildi hava at vita, um nøkur ítøkilig ætlan er um, at broyta ella taka av fyrningarfreistina.

Annika Olsen sigur, at ein heildarætlan móti kynsligum ágangi er ávegis, men tíverri er hon seinkað. Sjálv hevði landsstýriskvinnan ætlað, at arbeiðið skuldi verða liðugt í vár, men tað verður tað ikki. Nú er málið, at tað verður liðugt í summar.

Spyrjarin, Sirið Stenberg, helt, at tað er eingin orsøk at bíða við at fáa málið ígjøgnum politisku skipanina. Hon heitti á landsstýrið um at fáa arbeiðið gjørt, tí hon ivast ikki í, at Løgtingið tekur undir við einum uppskoti um at taka fyrningarfreistina fyri kynsligan ágang av.

Spyrjarin og landsstýriskvinnan vóru samdar um, at eingin fyrningarfreist eigur at vera fyri kynsligan ágang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981