- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leikan stað fyri menningartarnað
Leikan stað fyri menningartarnað
Gamli barnagarðurin Leikan á Nikláatrøð í Skálavík verður nú savningarstað hjá menningartarnaðum í oynni og stuðlum teirra eftir skúlatíð, skrivar S
Mynd: www.sandportal.fo
12.04.2014 - 09:43
Foreldrini heittu á Skálavíkar kommunu um at lata húsini til hetta endamál, og kommunan og Almannastovan hava síðani gjørt eina leiguavtalu við gildi frá 1. november í ár.
Almannastovan er í løtuni í holt við at umbyggja húsini, so tey hóska til endamálið.
Sambært umsjónarmanninum hjá Skálavíkar kommunu, Palla Olsen, er arbeiðið um at vera liðugt, so helst verða húsini klár at taka í nýtslu eftir nýggjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV