- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samtykkja tunlar og avlurting
Løgtingið fer í dag endaliga at samtykkja at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Allir flokkar eru samdir um verkætlanina, og tá atkvøtt varð við aðru viðgerð týskvøldið, atkvøddu øll 29, sum vóru í tingsalinum, fyri uppskotinum, ið Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði fram 12. februar.
Eysturoyartunnilin verður mettur at kosta eina milliard og 50 milliónir kr., og Sandoyartunnilin verður mettur at kosta 860 milliónir kr.
Fyrst verður farið undir Eysturoyartunnilin, og tá hann er boraður í gjøgnum, verður farið at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018.
Sambært lógini verður stovnað eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka báðar tunlarnar.
Landið setur tilsamans 400 milliónir kr. í felagið hetta til 2024. Um neyðugt kann landið hækka partapeningin, ella veita felagnum avmarkaða trygd fyri at fáa fígging til Sandoyartunnilin.
Sambært lógini kann felagið eisini taka ábyrgdarlán, og landið skal veita felagnum 10 milliónir kr. í árligum rakstrarstuðli, tá Sandoyartunnilin er tikin í nýstlu.
Hetta svarar til ta upphædd, sum tað í løtuni kostar landinum at hava Teistan í sigling um Skopunarfjørð.
Gongst sum ætlað, verður koyrandi bæði í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum í 2021.
Lógin um avlurtingarpakkan kemur eisini til endaliga viðgerð í tinginum í dag.
Henda lógin snýr seg í stuttum um at geva løgregluni heimildir at avlurta borgarar, sum eru undir illgruna fyri at hava framt grov brotsverk.
Funnist hevur verið at, at henda lógin eisini heimilar landstýrinum og danska løgmálaráðnum at seta loggingarkunngerð í gildi, sum áleggur telefyritøkum at skráseta upplýsingar um alt telesamskifti hjá borgarum og fyritøkum.
Við 2. viðgerð týsdagin varð lógin samtykt við 19 atkvøðum fyri og 12 ímóti.