- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur áhugi fyri viðarlundum í Suðuroynni
Tað er stórur áhugi fyri at planta í Suðuroynni. Bæði tá tað snýr seg um at gera nýggjar viðarlundir og at víðka um verandi viðarlundir.
Í Hvalba og í Fámjin eru kommunurnar farnar at fyrireika viðarlundir, og Tvøroyrar kommuna hevur ætlanir um at víðka viðarlundina í Trongisvági.
Kommunan samstarvar somuleiðis við Suðuroyar sjúkrahús um viðarlundina mitt í býnum.
Tvøroyrar kommuna og Skógfriðingarnevndin hava harumframt samstarvað um komandi viðarlundina úti á Sevmýru.
Formaðurin í Skógfriðingarnevndini, Jóhann Mortensen, og landsskógarvørðurin, Tróndur Leivsson, hava havt fund við Fámjins kommunu, sum hevur lagt eitt rættiliga stórt øki av miðskeiðis í bygdini til viðarlund.
Kommunan hevur latið girðing gera og eisini hava tey plantað nakað av viðarvøkstri.
Fámjins kommuna fekk fyri nøkrum árum síðani fíggjarligan stuðul frá Innlendismálaráðnum at fara undir viðarlundina, og hon hevur seinni fingið træplantingargávu sum stuðul frá Føroya Prent til verkætlanina.
Hvalbiar kommuna hevur eisini lagt eitt økið vesturi í bygdini – norðan fyri húsini við Krógv, niðan ímóti skúlanum og framvið Hamarsá – til eina viðarlund.
Bygdarráðið hevur longu gjørt eina roynd at seta nakrar runnar niður í eini lítlari girðing á hesum økinum. Hvalba.
Tvøroyrar kommuna hevur keypt eitt jarðarstykki afturat vestan fyri viðarlundina í Trongisvági. Hetta liggur norðan fyri Stórá, niðan móti vegnum, og skal leggjast aftrat verandi viðarlund.
Somuleiðis er ítøkiligur áhugi fyri eini munagóðari gróðurseting kring nýggja fótbólstvøllin við Stórá.
Hetta skal fyrst og fremst bøta um lívdina, og soleiðis við tíðini kunna økja munandi um møguleikarnar fyri uttandura trivnaði gjøgnum alt árið.
Viðarlundin í Trongisvági, sum nógv fólk vitja, er illa farin seinastu 2-3 vetrarnar, og fleiri gomul trø fóru aftrat í vetur, harav eitt av teimum var eini 80 ára gamalt.
Í Porkeri varð skjøtul settur á eina minni viðarlund í Mýrdalinum fyri nøkrum árum síðani, og nú eru tey bestu trøini komin í miðju hædd.
Í Vági eru fleiri lendi, har gróðursett er við viðarvøkstri. Elsta økið er Viðarlundin í Hvannadali, sum skjøtul varð settur á í 1950’unum.
Sunnanfyri vatnið í Vági er eisini eitt skógfriðað økið frá 1980unum, men har hevur verið torført at fáa nakran viðarvøkstur at trívast. Tó er nakað av rósurunnum nú komið fyri seg.
Meira sæst á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.