- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játtanarkarmar til fyrstu viðgerð

Í morgin verður greitt, hvat løgtingslimir halda um uppskotið hjá landsstýrinum, um hvussu nógvir pengar skulu brúkast til at reka samfelagið fyri næsta ár og komandi fýra árini.

Løgtingið hevur í morgin fyrstu viðgerð av uppskotinum um játtanarkarmar fyri 2015. Sambært uppskotinum til karmar verður hallið á fíggjarlógini komandi ár 196,7 milliónir krónur.

SÍ EISINI Video: Játtanarkarmarnir lagdir fram

Sparingar - tað sum landsstýrið kallar útreiðslutiltøk - skulu gerast fyri 146 milliónir krónur. Hesar sparingar skulu finnast innan millum annað fólkaskúlan, heilsuøkið og í aðalráðunum.

So skal landið útvega sær fleiri eyka inntøkur - tað sum verður kallað inntøkutiltøk. Finnast skulu 200 milliónir krónur næsta ár, og hesir pengarnir skulu millum annað koma frá loyvisgjøldum í alivinnuni og tilfeingisgjøldum í fiskivinnuni.

SÍ EISINI Játtanarkarmar fyri nýbyrjarar

Tingfundurin mánadagin byrjar klokkan hálvgum tvey seinnapartin. Játtanarkarmarnir eru einasta málið á dagsskránni hjá løgtinginum í morgin.