Afturlatin fyrisiting

Afturlatin fyrisiting
Almenna fyrisitingin í Føroyum er munandi meira afturlatin enn fyrisitingarnar í grannalondunum, vísir Starvsmannafelagið á
 
03.04.2014 - 12:14

 Meðan onnur lond stremba eftir at fáa størri gjøgnumskygni og opinleika í almennu fyrisitingini, royna føroyskir myndugleikar at skerja møguleikarnar hjá almenninginum at fylgja við í tí, sum fyrisitingin ger, skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðuni.

Løgtingsins Umboðsmaður, Sólja í Ólavstovu, harmast um, at politiska skipanin í Føroyum tykist vilja toga føroyska samfelagið øvugtan veg í mun til grannalondini.

- Aðrastaðni leggja tey stóran dent á opinleika og gjøgnumskygni sum ein part av fólkaræðinum. Í Føroyum fara vit øvugtan veg og tosa um at skerja møguleikarnar hjá almenninginum at fáa innlit í arbeiðið hjá fyrisitingini. Tað átti at verið óhoyrt í 2014, sigur hon.

Løgtingsins Umboðsmaður fær hópin av kærum frá fjølmiðlum og øðrum, sum hava trupult við at fáa innlit í mál, ið verða viðgjørd í almennu fyrisitingini.

- Vit hava víst á ferð eftir ferð, at sambært lógini skal innlit gevast so skjótt sum gjørligt og ikki 10 dagar eftir umbønina, sum er evsta mark í lógini fyri, nær umsøkjarin skal hava svar. Eisini kann myndugleikin geva meira innlit enn tað, ið lógin krevur. Men nógvu kærurnar frá fjølmiðlunum benda á, at hugburðurin í fyrisitingini er, at almenningurin skal hava so lítið innlit sum gjørligt so seint sum gjørligt, sigur Sólja í Ólavsstovu.

Øll greinin kann lesast á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519