- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunur: 372 mió. fyri eldraøkið eru ov lítið
Fíggjarkarmarnir fara ikki at halda, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at lurta eftir kommununum í samráðingunum um samsýning fyri at yvirtaka eldraøkið.
Í játtanarkørmunum eru 372,1 millión fluttar av rakstrinum hjá landinum til kommunurnar fyri eldraøkið, men hetta er alt ov lítið, er boðskapurin frá kommununum.
Spreingja karmin
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar, tí partarnir eru mitt í samráðingum um fíggingina av yvirtøkuni, men hann sigur, at tað er borð Fíggjarmálaráðsins, um karmarnir verða sprongdir.
- Vit taka ikki hesa ásettu upphæddina sum nakað, ið ávirkar samráðingarstøðuna, men upphæddin er ov lítil, og tað er teirra borð, um játtanarkarmarnir mugu broytast, sigur Eyðun Christiansen í stuttari viðmerking.
Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur, at hetta er einar hundrað milliónir ov lítið, sammett við tað, sum tað veruliga fer at kosta kommununum. Men eins og tá lønarsamráðingar eru, so man rætta upphæddin liggja onkrastaðni mitt í millum, men hetta vil Eyðun Christiansen ikki úttala seg um. Tó sigur hann, at 372,1 millión er alt ov lítið, og at samráðingarnar millum kommunurnar og Fíggjarmálaráðið ikki av álvara eru komnar í gongd enn.
Fleiri fundir
Í dag skuldi Kommunufelagið hava fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um, hvussu býtið er millum tey, sum eru eldri enn 67, og tey, sum eru yngri enn 67 ár.
Síðani verður fundur væntandi aftur millum partarnar í næstu viku.