Grótið telur meiri helvtina av endurgjaldinum

Grótið telur meiri helvtina av endurgjaldinum
Føroya rættur sigur, at hagaparturin skal hava 10,6 mill. kr. í endurgjaldi fyri grót og lendi, sum varð tikið, tá flogbreytin varð longd
 
02.04.2014 - 12:23

Teir, sum eiga hagapartin Ytra Suðurtriðing í Sørvági, eiga at fáa seks milliónir og 438.000 krónur umframt rentu fyri grótið, sum varð tikið úr haganum, tá flogvøllurin varð longdur.

Tað sigur Føroya rættur, sum mánadagin feldi dóm í drúgva sakarmálinum millum hagapartin og Vinnumálaráðið um lendið, sum varð ognartikið til at leingja flogvøllin.

Grótið telur meira enn helvtina av endurgjaldinum, sum rætturin gav hagapartinum. Talan var um eina millión og 110.000 rúmmetrar av gróti og skervi. Endurgjaldið, sum hagaparturin fekk, er tíggju milliónir og slakar 578.000 kr. umframt rentu.  

Stevndu í 2011

Hagaparturin stevndi eftir endurgjaldi hálvan mars í 2011. Kravið hjá hagapartinum var, at hann hevði søkt kommununa um loyvi til at gera eitt grótbrot við flogvøllin. Útbyggingin kostaði minni, tí tað hevði verið dýrari at fingið grót og skerv aðrastaðni til flogvøllin.

Vinnumálaráðið vildi ikki lata endurgjald fyri grótið, tí hagaparturin hevði ongan miss av, at grótið varð tikið. Og hagin hevði heldur ikki fingið loyvi til at gera eitt grótbrot og selja flogvøllinum skerv. Harafturat hevði byggifelagið, sum longdi flogvøllin, kunnað keypt skerv og grót frá Landsverki

Enn er ikki greitt, um dómurin hjá Føroya rætti verður standandi, tí hann kann skjótast inn fyri Landsrættin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519