- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játtanarkarmarnir verða almennir í dag
Játtanarkarmarnir eru støðið fyri fíggjarlógararbeiðinum í heyst. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði við útvarpið í síðstu viku, at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur í 2016, og tað fer at merkjast bæði við øktum inntøkuinntrivum og eisini skerjingum á útreiðslusíðuni.
Hann hevur kortini fyrr sagt, at tað verður ómetaliga trupult at fáa hallið burtur í 2016, millum annað, tí ávirkanin av skattaskipanini hevur ikki verið tann, sum roknað varð við.
Í fjør fýltist landsstýrismálanevndin á, at fíggjarkarmarnir frá landsstýrinum samsvaraðu ikki við sjálvt fíggjarlógaruppskotið, og nevndin gjørdi greitt, at hetta skal fáast í rættlag.
Kringvarpið sendir at stroyma beinleiðis her á heimasíðuni, og útvarpið sendir eisini frá tíðindafundinum í Fíggjarmálaráðnum klokkan 11.