Íslendski fiskimálaráðharrin vitjar í Føroyum

Íslendski fiskimálaráðharrin vitjar í Føroyum
Seinnapartin í dag kemur íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, til Føroya at tosa við Jacob Vestergaard, landsstýrismann.
Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, kemur seinnapartin á stutta vitjan í Føroyum.
 
31.03.2014 - 11:47

Seinnapartin í dag kemur íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, til Føroya at tosa við Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um fiskiveiðusamstarvið millum Føroyar og Ísland.

Eingin sáttmáli um sínámillum fiskirættindi er gjørdur fyri 2014.

Vanliga plagdu londini at gera sáttmála í januar. Men avtala er tó um, at skipini kunnu fiska í ár eftir sáttmálanum, sum var í 2013, til nýggjur sáttmáli er gjørdur. Millum annað føroysku línuskipini fiska botnfisk í íslendskum sjógvi.

Íslendski fiskimálaráðharrin steðgar eitt samdøgur í Føroyum. Hann fer til Danmarkar seinnapartin í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981