- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv vilja lesa á Fróðskaparsetrinum
Stórur áhugi er fyri at lesa á Fróðskaparsetrinum.
15. mars, tá evstamark var fyri at søkja eftir kvotu 2, hevði Fróðskaparsetrið fingið 159 umsóknir. Tað eru 35 umsóknir fleiri enn í fjør, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum, setur.fo. Kvota 2 er ætlað teimum umsøkjarum, ið ikki hava nóg gott miðaltal frá miðnámsskúla, ella sum hava onnur, javngóð prógv á sama stigi ella hægri
Umsøkjarar eftir kvotu 2 eru ofta fólk við fleiri starvsroyndum samanborið við tey, sum søkja eftir kvotu 1, sum í flestu førum nýliga hava lokið miðnámsskúlaprógv. Evstamark fyri at søkja um upptøku eftir kvotu 1 er 1. juli 2014.
Fimtingur eftir kvotu 2
Fyri trimum árum síðani bar aftur til at søkja eftir kvotu 2, og síðani tá hevur umleið ein fimtingur av teimum lesandi á Setrinum verið innskrivaður eftir hesum leisti. Allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 14. juli, og umsøkjarin skal vátta fyri 4. august, hvørt hon ella hann tekur við lestrarplássinum.
- Vit fegnast um nógvu umsóknirnar Hetta er greitt tekin um, at áhugin at lesa á Setrinum er vaksandi, og at tørvurin á einum sterkum Fróðskaparsetri gerst alsamt sjónligari, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á heimasíðuni setur.fo.