- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klaksvíkingar skulu til European Business Game
Næmingar úr Tekniska skúla í Klaksvík vunnu føroysku finaluna í European Business Game, sum var í gjár.
Sjey bólkar vóru í finaluni, og vinnandi bólkurin gjørdist DipFish frá gymnasialu tøknibreytini á Tekniska Skúla í Klaksvík, skrivar Norðlýsið.
Í kappingini European Business Game skulu næmingar “stovna” eitt hugsað virki, og gera virkisætlan. Vinnandi verkætlanin snúði seg um at gera eina dressing úr livralýsi, sum inniheldur Omega 3 feittsýrur.
Hóskar væl aftur við fiski
Teir tríggir næmingarnir, Hávarður Vinjardsson Guttesen, Tummas Vang Magnussen og Baldur Meitil, hava gjørt royndir og funnið fram til ein vælsmakkandi dressing, sum hóskar væl aftur við fiski.
Tíggju evropeisk lond luttaka í kappingini, og næmingarnir frá Tekniska skúla hava nú vunnið sær rætt at umboða Føroyar í evropeisku kappingini fyri miðnámsskúlar, sum verður í Italien í summar.