Íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan

Íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan
Sigurður Ingi Jóhannsson fer at hitta Jacob Vestergaard, landsstýrismann, mánadagin
 
27.03.2014 - 09:42

Mánadagin kemur íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, til Føroya at tosa við Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um fiskiveiðusamstarv millum Føroyar og Ísland.

Eingin sáttmáli um sínámillum fiskirættindi er gjørdur fyri 2014. Men avtala er tó um, at skipini kunnu fiska í ár eftir sáttmálanum, sum var í 2013. 

Millum annað føroysku línuskipini fiska botnfisk í íslendskum sjógvi.

Íslendski fiskimálaráðharrin steðgar eitt samdøgur í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981