- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eik: Kappingin um rentuna harðnar
Kappingin á føroyska lánimarknaðinum er harðnað munandi, og væntandi fara rentulækkingarnar, sum vórðu framdar í fjør, at síggjast aftur í roknskapinum fyri 2014. Úrslitið næsta ár verður væntandi millum 60 og 90 milliónir fyri skatt.
Tað sigur Eik Banki, sum í dag kunngjørdi úrslitið fyri 2013.
110 mió. í avlopi
Ein hevði 110 milliónir krónur eftir skatt í fjør. Úrslitið fyri skatt var 132 milliónir kr. Fíggjarstøðan javnvigaði við 7,3 milliardum krónum, og eginpeningurin er nú 1,3 milliardir kr. Útlánini hjá Eik eru nú 4,8 milliardir krónur, og innlánini 5,8 milliardir. Bankin rindaði í roknskaparárinum aftur eitt lán, sum varð tikið við statsveðhaldi - tað var 1,1 milliard kr.
Rentuinntøkurnar og inntøkur av ómaksgjaldi lækkaðu úr 335 mió. kr. niður í 301 millión í fjør. Bankin lækkaði bústaðarrentuna tvær ferðir í fjør - úr 5,75 prosentum niður í 3,75 prosent. Harumframt lækkaði umsitingargjaldið á realkredittlánum niður í 1,7 prosent.
Tryggari búskapur
Eik sigur, at føroyski búskapurin tykist vera komin í tryggari legu. Tað merkir, at niðurskrivingarnar vóru væl lægri enn í 2012. Samlaðu niðurskrivingarnar í fjør upp á lán og ognir vóru 23,4 milliónir kr. sammett við 61 milliónir árið fyri.
Eik er vorðin bíligari at umsita. Umsitingarútreiðslurnar í fjør vóru 63,6 milliónir kr. Tað eru góðar 10 milliónir minni enn í 2012.