- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stýrisskipanaruppskot vórðu feld
Uppskotini fingu sjey atkvøður frá Tjóðveldi og Framsókn. Tingfólk úr hinum flokkunum atkvøddu í móti uppskotunum, - tó var Sjálvsstýrisflokkurin ikki við í atkvøðugreiðsluni, sambært heimasíðuni hjá løgtinginum.
Tjóðveldi vil hava almenn samráð og almennar hoyringar í nevndunum hjá løgtinginum. Tjóðveldi vil eisini hava minnilutaverju, so ein triðingur av løgtingslimunum kann fáa lógaruppskot, sum løgtingið annars hevur samtykt, til fólkaatkvøðu, og løgmansval eftir hvørt løgtingsval.
Tjóðveldi vil ikki, at undantøk frá almennum innliti kunnu ásetast í serstakari lóg, eins og gjørt var í lógini hjá Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum, um Skálafjarðar-tunnilin.
Samgongan heldur, at í staðin fyri at gera tillagingar í stýrisskipanarlógini, eigur orkan at verða brúkt til at finna breiða politiska og fólksliga semju um stjórnarskipan fyri Føroyar. Eina stjórnarskipan, sum byggir á uppskotið, sum var komið undir land í 2010.
Løgmaður ella formenninir í øllum flokkum á tingi eiga at taka stig til hetta arbeiðið, segði meirilutin í Rættarnevndini, sum viðgjørdi uppskotini hjá Tjóðveldi.
Samgongan hevur nú seks av sjey sessum í Rættarnevndini.