- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fígging heldur enn stuðul
Fígging heldur enn stuðul.
Tað er niðurstøðan hjá Vinnu-nevndini hjá løgtinginum, sum hevur viðgjørt uppskot hjá Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni, um stuðul til at keypa triðjalandsfisk at virka í Føroyum.
Vinnunevndin sigur í sínum áliti, at vinnan vil ikki hava stuðul. Men vinnan vil hava betri fíggingarmøguleikar, so hon kann keypa fisk úr øðrum londum.
Kredittskipan
Vinnunevndin er samd og mælir tinginum til at samtykkja eitt broytingaruppskot, sum áleggur landsstýrinum at kanna, hvussu ein fíggingarskipan kann gerast, so flakavinnan kann keypa frystan fisk at virka í Føroyum.
Vinnunevndin hugsar um eina kredittskipan, sum peningastovnarnir eiga at átaka sær. Við panti í fiskagoymsluni er ikki talan um serliga váðafúsa fígging, tykjast tey flestu samd um, sigur Vinnunevndin.
At keypa frystan fisk til virkingar bindur stóran likviditet, tí stórar goymslur skulu fíggjast. Vinnunevndin vísir eisini á, at løgtingið fyri fýra árum síðani samtykti eitt uppskot, sum er, at kalla, tað sama sum uppskotið hjá Gerhardi Lognberg.
Løgtingið átti at álagt landsstýrismanninum, sum er hin sami sum tá, at komið við greiðari niðurstøðu av tí arbeiði, sum løgtingið fyri fýra árum síðani bað hann gera.