- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevnd kanna lønirnar hjá Landsstýrinum
Grein 25 nevndin, ið skal viðgera lønirnar hjá landsstýrinum og løgmanni hevur nú skipað seg.
Allir flokkar hava umboð í nevndini, og Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum, er valdur til formann í nevndini. Næstformaður er Kristina Háfoss úr Tjóðveldi.
Hinir limirnir í nevndini eru Jákup Mikkelsen og Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýriflokkinum, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn.
Á tingfundinum 19. mars varð avgjørt at seta eina grein 25 nevnd at viðgera lønirnar og samsýningarnar hjá løgmanni og landsstýrismonnum, eftir at løgmaður legði eitt uppskot fyri tingið, ið broytti munandi um lønarviðurskiftini hjá landstýrinum.
Grein 25 nevndir verða valdar eftir grein 25 í tingskipanini.