- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk Miðlafólk átala Johan Dahl

Tað skal vera truplari hjá almenninginum at fáa innlit í viðurskifti, ið hava við miðfyrisitingina at gera. Tað heldur í øllum førum Johan Dahl.

Sí brævið frá Føroyskum Miðlafólkum niðanfyri

Landsstýrismaðurin heldur, at politikarar og embætisfólk hava ov ringar umstøður at samskifta sínámillum, og at ov nógv tíð fer til at lata alment innlit.

Tí ynskir Johan Dahl, at innlitslógin verður strangari, so tað verður truplari hjá almenninginum at fáa innlit í viðurskifti hjá miðfyrisitingini.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/03/19/jhan-dahl-ynskir-strangari-innlitslg... Dahl ynskir strangari innlitslóg

Felagið hjá føroyskum fjølmiðlafólkum, Føroysk Miðlafólk, hava kortini ikki sama sjónarmið, sum landsstýrismaðurin kom við í útvarpinum mikudagin.

Felagið sendi í gjárkvøldið út bræv, har felagið sigur tað vera eitt bakkast fyri fólkaræðið, um tað verður truplari hjá almenninginum at søkja um innlit í miðfyrisitingina.

Her er brævið hjá Føroyskum Miðlafólkum

Føroysk Miðlafólk átala hvassliga, at landsstýrismaðurin í vinnumálum uttan skomm, mælir til at skerja møguleikan hjá almenninginum at fylgja við, hvussu fyrisitingin arbeiðir.

Tá landsstýrismaðurin heldur, at lógin um alment innlit skal skerjast, so tykist landsstýrismaðurin at hava gloymt, hvør hevur sett hann í starv og hvørjum hann er í tænastu hjá.

Landsstýrismaðurin tykist eisini at hava gloymt, at allir borgarar, allir veljarar og allir skattgjaldarar hava sjálvsagdan rætt at fylgja við, hvussu myndugleikarnir fara við borgarans ognum, og hvussu hetta arbeiðið verður gjørt.

Opinleiki og gjøgnumskygni eru tveir av hornasteinunum í fólkaræðinum.

At siga, at almenna fyrisitingin brúkar ov nógvar resursir til at svara innlitsbønum, er eitt so álvarsligt álop á fólkaræðið, at løgmaður í stundini eigur at krevja, at landsstýrismaðurin tekur orðini í seg aftur og staðfestur, at landsstýrið ongar slíkar ætlanir hevur.

Tvørturímóti er tørvur á meiri opinleika, meiri gjøgnumskygni og meiri orku til, at borgarar landsins kunnu fylgja við, hvussu almennu myndugleikarnir fyrisita sítt vald.

Royndirnar hava víst, at partar av almennu fyrisitingini brúka orku uppá, hvussu slepst undan at svara innlitsspurningum. Royndirnar vísa, at landsstýrismenn hava roynt at seta eyka greinir í lógir, sum skulu taka innlitsrættin frá borgaranum.

Stovnar verða umskipaðir til almenn partafeløg, har hvørki lóg um alment innlit ella almennur starvsfólkapolitikkur er galdandi.

Avgerðir frá løgtingsins umboðsmanni vísa ein fyri og onnur eftir, at almennu myndugleikarnir ikki halda lógina um alment innlit.

Føroysk Miðlafólk halda, at fólkaræðið verður hótt, tá ein landsstýrismaður sigur hart, at hann vil ikki hava, at borgarin skal kunna fylgja við í, hvussu borgarans peningur verður brúktur, og hvussu valdið fer um heimildina, sum tað hevur fingið frá veljaranum.

Føroysk Miðlafólk