- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjúnabandslógin til aðru viðgerð í dag

Í hesum sambandi hevur áhugafelagsskapurin LGBT gjørt eina seinastu roynd á hesum sinni at ávirka tinglimir til at samtykkja uppskotini.

Hetta hava tey gjørt við at lata hvørjum einstøkum tinglimi eitt bræv, har tey siga seg vilja "mana nakrar ósannar mýtur um samkynd burtur".

Onnur viðgerð av málinum, sum Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, Poul Michelsen úr Framsókn og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hava lagt fram saman verður sum sagt í dag.

Meirlutin mælir tinginum frá at samtykkja uppskotini

Tveir samgongutinglimir, Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum og Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum, hava gjørt vart við sína ónøgd um framferðina hjá samgonguni í hesum málinum.

Samgongan hevur nevniliga gjørt eina avtalu um at atkvøða nei og sostatt ikki lata tinglimir atkvøða eftir egnari sannføring, sum siður annars hevur verið í sonevndu "etisku málunum".

Tað er hetta teir báðir samgongutinglimirnir mótmæla, men kortini fara teir at atkvøða saman við samgonguni - sum altso sigur nei til samkynt borgarligt hjúnalag.