- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stuðulin til ættleiðing av børnum hækkar
Í viðmerkingum til uppskotið stendur, at ættleiðingarstuðul verður veittur foreldrum, ið ættleiða eitt útlendskt barn. Stuðul verður ikki veittur í sambandi við familjuættleiðingar ella stjúkbarnaættleiðingar.
Stuðulin verður veittur foreldrum, ið hava fastan bústað í Føroyum, og verður stuðulin veittur uttan mun til inntøku. Treytin fyri at fáa ættleiðingarstuðul er, at barnið er ættleitt gjøgnum ein góðkendan ættleiðingarfelagsskap.
Stuðulin hækkaður støðugt síðan 2001
Seinastu árini er ættleiðingarstuðulin hækkaður nakað. Í 2001 hækkaði upprunaliga stuðulsveitingin úr 15.000 kr. upp í 50.000 kr., í 2009 stuðulin aftur úr 50.000 kr. upp í 75.000, og nú hækkar hann so uppí 100.000 kr.
Seinastu árini er talið av ættleiðingum úr útlandinum annars lækkað. Í 2008 vórðu 14 børn ættleidd til Føroya, men í fjør vóru bert trý børn ættleid til Føroya, vísa tøl hjá Ríkisumboðnum.
Ríkisumboðið metir, at talið av góðkenningum til ættleiðing yvir eitt ár sigur meira um gongdina á ættleiðingarøkinum, enn talið av framdum ættleiðingum sigur, tí tað kunnu ganga upp í fleiri ár frá tí, at góðkenning er latin foreldrum, til ættleiðingin er veruleiki.