- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mattias Kapnas er bestur
Dómararnir høvdu nógv at tosa um og teir tóku sær eisini neyðugu tíðina, áðrenn úrslitið av talentkappingini varð kunngjørt í stóru konserthøllini í Norðurlandahúsinum.
Tá tey so komu á pallin, var eingin ivi. 22 ára gamli Mattias Kapnas, sum spælir klaver, hevði vunnið Stella Polaris-kappingina 2014. Nummar tvey varð Alvi Joensen, ið spælir klassiskan guitar, og nummar trý varð Heiðrun Petersen, ið spælir violin.
-Mattias var avgjørt rætti vinnarin. Hann er nakað serligt og hann hevur serliga góðan teknikk. Eisini hevur hann ment seg óvanliga nógv seinastu tvey árini, sigur Sunleif Rasmussen tónaskald, sum var millum áhoyrararnar í kvøld.
Trý fingu fjórða pláss. Tey vóru Marta Torkilsdóttir Johannesen, Birita Poulsen og Ernst Remmel.
Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel í felag vunnu kappingina fyri tónleikararnar undir 18 ár og Vár Iversen Lindenskov var nummar eitt hjá teimum undir 12 ár.
Stella Polaris er nýggj talentkapping, ið skal vera eitt vakstrarrúm hjá ungum, klassiskum tónleikarum undir 24 ár. Ætlanin er, at kappingin skal vera eitt afturvendandi tiltak, men enn er ikki greitt um tað verður á hvørjum ári.
Tilsamans 27 ungfólk vóru við í kappingini, og innleiðandi umfarið var í gjár.