- Tíðindi, mentan og ítróttur
Michala Petri í Vangamyndini
Ein av dómarunum í Stella Polaris kappingini fyri ungar klassiskar tónleikarar er danski blokkfloytuspælarin Michala Petri. Hon verður gestur í Vangamyndini í Degi og Viku í kvøld.
Michala Petri hevur frá barnsbeini verið úrmælingur á blokkfloytuni og byrjaði longu ellivu ára gomul at fáa undirvísing á lærda tónleikaháskúlanum í Hannover. Hon hevur staðið á fremstu tónleikapallum kring heimin, hevur sum solistur spælt saman við symfoniorkestrum og kamarorkestrum, og hevur spælt inn fløgur við tónleiki fyri blokkfloytu, sum hon hevur fingið virðislønir fyri.
Nógv samstarv hevur Michala Petri við danska guitarspælaran Lars Hannibald, og tey bæði skulu m.a. á konsertferð í Suðurkorea í apríl mánaði. Michala Petri hevur eisini havt fleiri konsertir í Føroyum, seinast í Norðurlandahúsinum saman við guitarspælaranum Ólavi Jakobsen.
Bogi Godtfred fer í Vangamyndini at tosa við Michalu Petri um Stella Polaris tónleikakappingina og um lívið sum tónleikari.