- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bøtur og fongsul fyri skunkplantur og hampfræ
Bøtur og fongsul fyri skunkplantur og hampfræ
Átta fólk hava fingið dóm í Føroya rætti í dag
28.02.2014 - 14:51
Linasti dómurin var 4.500 kr. í bót fyri tríggjar plantur, svarandi til 52,4 gramm av hampi, og harðasti dómurin var treytaleys fongsulsrevsing í átta mánaðir fyri 2,6 kilo.
Átta fólk eru í dag dømd í Føroya rætti í mongu málunum um skunkplantur og hampfræ. Ein kvinna er frídømd fyri at verið við í tí eina málinum.
Dómarnir er ymiskir eftir, hvussu nógv pott ella hash, sum planturnar høvdu kunnað givið.
Harðasti dómurin er átta mánaðar fongsulsrevsing, hinir eru fýra mánaðir, 50 dagar, 40 dagar, 30 dagar og 20 dagar.
Øll eru tó ikki dømd fyri alt, sum tey vórðu ákærd fyri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV