- Tíðindi, mentan og ítróttur
22 miljónir fólk fáa krabbamein um árið í 2030
Niðurstøðan í frágreiðingini er, at krabbameinstilburðirnir økjast alsamt kring allan heim.
Í 2012 vórðu staðfestir 14 miljónir tilburðir av krabbameini, og serfrøðingar meta, at í ár 2030 verða 22 miljónir fólk, sum fáa krabbamein um árið.
Tað stendur í einum skrivligum fyrispurningi til ES-tingið, um hvat ES ætlar at gera fyri at gera limalondini meiri tilvitað um støðuna og at steðga gongdini.
Strongd og jag
Sambært serfrøðingunum, er orsøkin hjá helminginum av tilburðunum friðleysi og skundmikli mátin hjá okkum at liva lívið.
Sambært frágreiðingini, er royking, ígerðarsjúkur, rúsdrekka, fiti, vantandi rørsla, geisling, dálking, at føða børn lutfalsliga seint í lívinum og at tað ikki riggar kunna geva bróst, høvuðsorsøkin til krabbamein, stendur sum viðmerking til fyrispurningin.
Í 2010 vórðu árligu útreiðslurnar fyri allan heimin í sambandi við krabbamein mettar til 1160 miljardir dollarar, - svarandi til 6.328 miljardir krónur.