Kringvarpið: Samgongan bíðar eftir landsstýrinum

Kringvarpið: Samgongan bíðar eftir landsstýrinum
Samgonguflokkarnir í Mentanarnevndini vísa á, at landsstýrið arbeiðir við at gera stovninum nýggjar karmar
 
27.02.2014 - 14:05

Samgongan bíðar eftir landsstýrinum, og vil tí ikki taka undir við einum uppskoti hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum um at hjálpa Kringvarpinum og hinum fjølmiðlunum í Føroyum.

Sambært uppskotinum skal Kringvarpið fáa meirvirðisgjaldið av kringvarpsgjaldinum, 11,5 mió. kr. um árið. Men handilslýsingar og sponsorar skulu vera forboðin í Kringvarpinum. Sjónvarpslýsingar kunnu tó halda fram, men pengarnir haðani, 1,3 mió. kr., skulu brúkast til sokallaðan demokratistuðul, sum skal stimbra eitt fjølbroytt og nýskapandi miðlalandslag.  

Ikki kappast við privatar

Kringvarpið skal ikki hava fyri neyðini at kappast við privatu miðlarnar um lýsingarpengar, siga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi.

Men meirilutin í Mentanarnevndini, Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen og Jenis av Rana, sum øll eru í samgonguni, mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Tey vísa á, at landsstýrið arbeiðir við at gera Kringvarpinum nýggjar karmar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981