Grønlendsk sendistova í USA vekir ans í Danmark

Grønlendsk sendistova í USA vekir ans í Danmark
Grønlendingar lata sendistovu upp í Washington í ár, og nú skal danski uttanríkisráðharrin greiða frá, hvørja støðu stjórnin hevur til málið
Ætlanin hjá Alequ Hammond, landsstýrisforkvinna, at lata sendistovu upp í USA vekir ans
 
27.02.2014 - 14:20

Danski uttanríkisráðharrin, Martin Lidegaard, er kallaður í samráð í Grønlandsnevndini hjá Fólkatinginum í morgin, har hann skal greiða frá, hvat stjórnin heldur um ætlanirnar hjá Grønlandi at lata upp sendistovu í Washington. 

Seinni í ár letur Grønland upp egna sendistovu í Washington, sum skal taka sær av samhandli og íløgum, sum hava við USA at gera. Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn og í Nuuk meta hetta verða innanríkis-politiskt tekin frá Alequ Hammond, landsstýrisforkvinnu, til sínar veljarar og bakland.

Uttanríkismál eru felagsmál

Lars Hovbakke Sørensen, lektari í søgu við lærda háskúlan í Keypmannahavn, sigur, at tað stendur greitt í sjálvsstýrislógini fyri Grønland, at uttanríkispolitikkur er felagsmál. Tí kann tað ikki vera annað enn í stríð við avltalurnar, um grønlendska umboðanin í Washington fer at arbeiða sjálvstøðugt l USA.

- Er tað ikki er endamálið, havi eg ilt við at síggja, hvat umboðanin annars skal brúkast til, sigur hann.

Varastjórin á grønlendsku sendistovuni í Danmark, Adam Worm, varð í fjør endurgivin í JyllandsPostinum fyri at siga, at sendistovan ikki bara skal røkja samhandilin, men eisini taka sær av sjálvstøðugu uttanríkis-politisku áhugamálunum hjá Grønlandi, - uttan at hetta er í stríð við sjálvstýrislógina. Grønland hevur frammanundan sendistovu í Brússel, sum danska uttanríkistænastan samstarvar við.

Draga íløgur til Grønlands

Aleqa Hammond nevndi sjálv sendistovuna í nýggjárrøðu síni. Hon segði, at sendistovan skal styrkja samhandilin við USA og draga íløgur til Grønlands.

Thorkild Kjærgaard, lektari á lærda háskúlanum í Nuuk, sigurr, at tað er bláoygt at halda, at ein grønlendsk skrivstova verður betur før fyri at taka sær av grønlendskumáhugamálum betri, enn ein donsk sendistova, ið hevur fleiri ára royndir.

- Eg ivist í, um grønlendska sendistovan fer at duga betur at fáa orðið á Barack Obama og John Kerry, sigur Thorkild Kjærgaard.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981