- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrelsamráðingar aftur í næstu viku
Samráðingarnar millum strandarlondini um makrelin verða tiknar upp aftur um eina viku.
Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, sigur við Fiskaren, at samráðingar um makrel vera 3.og 4.mars, mánadagin og týsdagin í næstu viku. Strandarlondini eru heldur ikki samd um norðhavssildina og svartkjaftin, tað er hvussu tær kvoturnar skulu býtast millum londini, men ógreitt er í løtuni, nær tær samráðingarnar verða tiknar uppaftur.
Ósemja við ES
Tað kemur eisini illa við hjá norsku fiskivinnuni, at Norra og ES ikki enn hava gjørt avtalu um sínámillum fiskirættindi í 2014. Norski fiskimálaráðharrin vil tó fyrst hava samráðingar um makrelin, áðrenn samráðingar vera aftur við ES.
Elisabeth Aspaker sigur eisini við Fiskaren, at hon er sinnað at kanna, hvussu norska stjórnin kann hjálpa skipunum, sum ikki sleppa í ES-sjógv at fiska.