Realurin selt Ednu

Realurin selt Ednu
Realurin hevur longu selt trolaran Ednu, sum varð keyptur á tvingsilsuppboði 29.januar fyri 2,1 millión krónur
 
21.02.2014 - 08:58

Eitt partafelag undir stovnan, sum Thor í Hósvík varðar av, keypir skipið frá Realinum.

Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa prísin, sigur Leivur Michelsen, stjóri í Realinum.

Skipið skal klassast og onkrar ábøtur skulu eisini gerast, áðrenn Edna fer aftur í vinnu.

Edna, sum er smíðað á Skála í 1984, hevur veiðiloyvi. Í løtuni hevur skipið tó einki fiskiloyvi, tí tað hevur ligið síðani fyrst í september í fjør.

Á tvingsilsuppboðnum í Fútarættinum boðaði advokaturin hjá Eik frá, at hann hevði júst biðið Skiftirættin koyra gamla reiðaríið hjá Ednu, smápartafelagið Undir Vørðuni í Havn, á húsagang.

Eik var við til at fíggja Ednu og átti nakrar milliónir til góðar, tá trolarin fór undir hamaran.

Realurin hevði fyrsta veðrætt í Ednu, slakar sjey milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636